P/F Varðin
Tvey útlendsk skip eru á veg til Varðan Pelagic á Tvøroyri at landa makrel.
Fyrst landar Beinir kl 09.00 í morgin árini 450 tons av makreli, og í hølinum á honum kemur írska skipið Sheanne við 500 tonsum av makreli. Skipini hava fiskað eystanfyri Hetlands.
Beinur hevur landað fleiri ferðir áður á Tvøroyri.
Hetta er fyrstu ferð, at eitt írskt skip landar hjá Varðanum Pelagic, og vit vóna og vænta at at síggja fleiri skip landa í Suðuroy framyvir.