Tað var oddadystur í Sarpugerði í dag, tá ið kvinnurnar hjá Víkingi tóku ímóti kvinnunum hjá KÍ.
Undan dystinum lá Víkingur á 1. plássi við 26 stigum, meðan KÍ lá í hølinum á teimum við 25 stigum. Tískil var tað stórur spenningur undan dystinum, um KÍ kundi taka oddasessin ella um Víkingur kundi leggja sjógv ímillum seg og KÍ.
Og tað var heimaliðið úr Eysturkommunu, sum vann øll 3 stigini, so sostatt vóru verandi í Sarpugerði. Tað var A-landsliðsleikarin, Jensa Tórolvsdóttir, sum skeyt einasta málið í 54 minutti, sum eisini var hennara 17 mál í ár.
Støðan er nú, at Víkingur hevur 29 stig og er oddalið meðan KÍ hevur 25 stig á 2. plássi. NSÍ liggur á 3. plássi við 23 stigum, men hevur leikt ein dyst færri enn hini bæði.
Deil á Facebook