Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.10.2022 15:28

Jann og Hødd sera nær við uppflyting

Mynd: Arne Flatin

Møguleiki er fyri, at føroyingar eiga ein leikara í næstbestu norsku deildini komandi ár. Hødd IL, sum Jann Julian Benjaminsen er sáttmálabundin við, er sera tætt við at flyta upp í OBOS ligaen, sum er næstbesta deildin í Noregi eitur.

Jann Julian Benjaminsen og lið hansara Hødd IL vunnu í dag 2-1 á Brattvåg á útivølli.

Jann byrjaði á bonkinum, men kom á vøllin tá 73 minuttir vóru farnir av dystinum.

Hødd IL legði seg á odda 1-0 tá Robin Hjelmeseth skoraði beint undan steðginum. Brattvåg IL javnaði til 1-1 tá sjey minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki. Men tríggjar minuttir seinni skeyt Syver Skeide sigursmálið fyri Hødd IL.

Hødd IL er á odda í Postnord ligaen við 57 stigum, meðan Ullsaker/Kisa er nummar tvey við 56 stigum.

Komandi leygardag tekur Hødd IL á heimavølli móti Tromsdalen. Meðan nærmastu kappingarneytarnir, Ullsaker/Kisa møta á útivølli Levanger FK.