ítróttafagnaðinum varð í kvøld við Løkin í Runavík har tey bestu í føroyskum ítrótti vóru heiðraði.
Og ikki kann sigast annað, enn at Eysturoyggin og eysturoyingar fóru avstað við tí mesta av heiðurlønum, har flogbóltsfelagið Ternan av Toftum, Jóhan Petur Poulsen venjari hjá Víkingi, svimjarin Líggjas Joensen, Hildigarð Eliasen úr ÍF og Niklas á Líðarenda, dómari, fingu uppibornar heiðrar fyri teirra megnar arbeiðið innan ítróttin.
Hinar báðar heiðurslønirnar fingu Lea Sundberg Eliasen úr fimleikafelagnum Ljósinum úr Havn (Sólstrálan) og A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti. (Ítróttarnavn 2024)
Niðanfyri eru tær 7 heiðurslønirnar sum vóru latnar í kvøld:
Ítróttafelagsskapurin 2024
Flogbóltsfelagið Ternan
Tilnevnd: Dartsamband Føroya, Hósvíkar Róðrafelag
Ítróttarvenjarin 2024
Jóhan Petur Poulsen, Víkingur
Tilnevnd: Mark Lausen Marcher, H71/HSF, Rógvi NIelsen, Ternan
Ítróttastjørnuskotið 2024
Líggjas Joensen, svimjing
Tilnevnd: Maria Pálsdóttir Nólsoy, hondbóltur, Mia Højgaard, amboðsfimleikur
Ítróttarnavn 2024
A-landsliðið hjá kvinnum, hondbóltur
Tilnevnd: Sára Maria Johansen, kappróður, Sverri Nielsen, kappróður
Ítróttaeldsálin 2024
Hildigarð Eliasen, ÍF
Tilnevnd: Súsanna Maria Hansen, B36, Marlon Kjærbo, Susvim
Heiðurskjal Poul E. Petersen
Niklas á Líðarenda
Sólstrálan
Lea Sundberg Eliasen