Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.06.2026 11:08

ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gulllaksi og longu í 2027

Havstovan

Altjóða havrannsóknarstovnurin,  ICES, kunngjørdi fyrr í mánaðinum nýggjastu ráðgevingina fyri veiðu av gulllaksi, longu, blálongu, kongafiski og svartkalva í 2027. Flestu av hesum fiskastovnunum eru at finna í fleiri havøkjum, og eru tí roknaðir sum sokallaðir felagsstovnar. Niðanfyri er tikið samanum høvuðsniðurstøðurnar í tilmælunum.

ICES  mælir til, at longa, sum er ein serføroyskur stovnur, als ikki verður fiskað undir Føroyum í 2027 – eins og ICEShevur tilmælt seinastu trý árini. Tilgongdin seinastu árini hevur verið lítil, og hetta – saman við óvissum forsagnum – hevur havt við sær, at gýtingarstovnurin hevur verið mettur at sveiggjað um niðasta vandamarkið (Blim), sum er 9.340 tons. Veiðan undir Føroyum hevur verið um miðal og omanfyri hesi seinastu trý árini.

ICES  mælir til, at veiðan av gulllaksi í 2027 kann vera í mesta lagi 22 865 tons í føroyskum sjógvi og vestan fyri Skotland, t.v.s. í  ICES  øki 27.5b6a. Hetta er ein øking á 24% samanborið við tilmælið fyri 2026. Hóast fiskiskapurin eftir flestu fiskasløgum undir Føroyum verður stýrdur við eini fiskidagaskipan, verður gulllaksafiskiskapurin stýrdur við kvotaskipan. Ongin millumlanda avtala er um kvotabýtið av gulllaksi í økinum í føroyskum sjógvi og vestan fyri Skotland. Føroyar áseta sær vanliga tveir triðingar av tilmældu veiðuni.

Fyri aðrar felagsstovnar mælir  ICES  til, at veiðan eftir blálongu minkar 41% (tvey ára tilmælið fyri 2027 og 2028). Tilmælið fyri brosmu varð latið fyri tvey ár í fjør, og verður sostatt óbroytt í 2027. Tilmælið fyri svartkalva er óbroytt (+0.4%), meðan tilmælið fyri stóra kongafisk hækkar 5%.

Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá  ICES, ella við at trýsta á leinkini niðanfyri.

Spjaldur