Mynd: B68
Ian D. Jacobsen er formaður hjá B68. Hann hava vit sett stevnu og spurt nakrar spurningar viðvíkjandi dystinum sunnudagin. Ein dystur, sum fer at fáa ómetaliga stóran týdning fyri, hvør skal tungu leiðina niður í 1. deild komandi ár.
Hvussu ert tú nøgdur við árið hjá B68 higartil?
Árið hevur verið sera rokaligt uppá nógvar mátar. Men nú er komin meira stabilitetur í, á øllum postum, og allir pílarnir venda uppeftir í løtuni og tað er bara gott undan eini grannauppgerð.
Hvussu hevur hendan vikan verið hjá formanninum?
Vikan hevur verið sera avslappandi, tíbetur. Gangi niðri á flatlondum við familjuni. Ferðin bleiv bókað tíðliga í ár, so eg verið noyddur at ‘bróta vakt’ og koma heim nakað áðrenn, fyri at fáa dystin við.
Hvat siga tofta/nes fólk um “brakið” móti NSÍ (stríði um Golanheyggjarnar)?
Sjálvt um ein ikki hevur verið á Toftum seinastu dagarnar, so er tað altíð ein ávísur spenningur upp til dystirnar ímóti NSÍ, – líkamikið um tað er steypakapping, landskapping ella vinardystur. Men hesuferð verður gjørt eitt sindur meira burturúr til brakið. Reyði pantarin og B68 bjóða øllum til døgurða kl. 13.00 áðrenn brakið og so “marsjera” vit inn til Runavíkar aftaná at stuðla okkara monnum.
Hvat vónir hevur formaðurin og hvat tippar hann sunnudagin?
Eg vænti ein 2 málssigur til okkum og vænti eisini, at tað vera okkara fantastisku fjepparar, sum koma saman við liðnum, at bera sigurin á mál.
Koyr á B68!!!
Deil á Facebook