Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.03.2023 11:08

Í kvøld skal klokkan flytast

Mynd: Klokkan skal flytast

Tað er í kvøld, at vit skulu flyta klokkuna. Í kvøld/nátt kl. 01.00 verður klokkan flutt 1 tíma fram til kl. 02.00.

Hetta er tó nakað sum ofta hevur ørkymla fólk gjøgnum árini.

Í Føroyum varð farið yvir til summartíð við støði í “Løgtingslóg” nr. 66 frá 21. Mai 1980 um summartíð”. Neyvari verður ásett í kunngerðum; nú er galdandi “Kunngerð nr. 87 frá 29. August 2016 um summartíð 2017, 2018, 2019, 2020 og 2021”. Fyrstu árini varð flutt til summartíð seinast í apríl og aftur til vetrartíð (vanliga tíð) seinast í september. Síðan 1996 hava vit flutt til summartíð samstundis sum ES-londini, frá seinastasunnudegi í mars til seinasta sunnudag í oktober.

Formliga eitur tað, at klokkan 01.00 seinasta sunnudag í mars verður klokkan flutt til 02.00. Seinasta sunnudag í oktober verður flutt aftur hin vegin. Klokkan 02.00 verður klokkan flutt aftur til 01.00. Ein háttur at minnast, hvønn veg klokkan skal flytast, er at hugsa um, at vit vilja gagnnýta summarljósið. Klokkan skal tí altíð flytast móti sumrinum: fram um várið og aftur um heystið.