Mynd: Eysturoyarportalurin (Valstaðið í Elduvík)
Í dag er løgtingsval og krossurin skal setast. Valhølini kring landið lata upp nú klokkan 10.00.
Í Eysturoynni eru heili 16 valstøð. Tað størsta valstaðið er í Runavík har 2199 hava atkvøðurætt, meðan tað minsta er á Hellinum, har 12 hava atkvøðurætt. Tilsamans hava 8.520 valrætt í Eysturoynni í dag.
Sí yvirliti yvir valstøð og hvussu nógv hava atkvøðurætt í teimum ymisku valstøðunum:
Bygdahúsið Strendur, Strendur 781
Bønhúsið Hellur, Hellurnar 12
Eydnan Oyrarbakki, Oyrarbakki 458
Fimleikahøllin Leirvík, Leirvík 669
Fimleikahøllin Toftir, Toftir 1013
Fimleikahøllin Við Gøtugjógv, Gøtugjógv 857
Ítróttarhøllin Runavík, Runavík 2199
Ítróttarhøllin Skála, Skála 518
Kolshøll Eiði, Eiði 548
Mentanarhúsið Fuglafjørður, Fuglafjørður 1169
Skúlin Elduvík, Elduvík 14
Skúlin Funningsfjørður, Funningsfjørður 38
Skúlin Funningur, Funningur 40
Skúlin Gjógv, Gjógv 18
Skúlin Oyndarfjørður, Oyndarfjørður 105
Skúlin Skálafjørður, Skálafjørður 81
Deil á Facebook