Áleið 80 -100 fólk vóru møtt upp til síðsta almenna kunnandi fundin um burðardygga ferðavinnu, eisini betri kent sum gongd í haga, sum landstýrismaðurin, Høgni Hoydal, skuldi halda í Skálanum í Klaksvik í kvøld.
Lýst var í miðlinum, at fundurin skuldi byrja kl 19.30, men tá fólkið møtti var eingin landstýrismaður at fáa eyga á.
Eysturoyarportalurin veit frá keldum at siga, at borgarstjórin i Klaksvik, Karl Johansen fór oman í Varpið at leita eftir honum, men har var hann ikki at finna.
Sum skilst, so hevur Høgni Hoydal verið í Klaksvík og hildið framløguna, men hendi hetta kl. 17.30 í kvøld, framman fyri trimum fólkum, og heili tveir tímar fyrr enn skráin hjá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum segði.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið váttar fyri Eysturoyarportalinum í kvøld, at har er hend ein misskiljing, og tey harmast misstakið. Tey upplýsa tó, at tey høvdu lýst við at fundurin var framskundaður, men hetta hevur tíðanverri ikki verið nokk.
Nýggjur fundur verður á skrá í Skálanum í morgun kl. 19.30 og samstundis siga tey, at hoyringsfreistin verður longd við 24 tímum.
Deil á Facebook