Tað man vera langt síðani at summarið í Føroyum hevur verið so váttligt og vánaligt sum í ár. Regn og aftur regn mest sum hvønn einasta dag. Hoyterri hevur tí mest sum eingin verið av tí sama.
Tískil hevur verið trupult hjá fólki, um ikki at siga ógjørligt, at fingið hoyggji til høldar. Tí hevur verið neyðugt at hugsa kreativar loysnir.
Í Leirvík var loysnin í ár nakað ørðvísi enn vanligt, har hoyggja var á gamla tunnilsvegnum í staðin, og sambært Marius Jacobsen (á myndini) so hepnaðist tað heilt væl.
Myndir: Eyðna Justinussen