Bæði í dag og í gjár var boð eftir bjargingartænastuni, tí bátar høvdu brúk fyri hjálp.
í gjár var tað eitt skip, sum var statt eystanfyri, sum hevði fingið maskintrupuleikar. Brimil fór avstað og sleipaði skipið inn á Søldarfjørð.
Og í dag var tað Rescue Ziska sum hjálpti einum útróðrarbáti, sum er uppsteðgaður á norðhavinum, við olju.
