Tíðindaskriv
GroAqua verður í dag partur av stórum altjóða samtaki.
Talan er um fýra fyritøkur, ið ganga saman um at stovna eitt nýtt sterkt samtak, sum skal taka kappingina upp við størstu feløgini innan veiting av tøkni og tænastum til alivinnuna í serliga norðuratlantshavi.
Í samtakinum verða BioMarine, FLS, SMIR og GroAqua, ið allar eru viðurkendir veitarar av útgerð til alivinnuna.
Útboðið av vørum er ymiskt, og við at leggja feløgini saman, fær nýggja felagið veitt eina nógv betri heildarveiting til alivinnuna, og gerst harvið munandi meiri kappingarført.
”GroAqua hevur seinastu árini verið á einari spennandi og mennandi ferð. Felagið hevur ment seg úr smáum korum til at veita útgerð og tænastur langt út um landoddarnar.
Feløg eru keypt í bæði Skottlandi og Norra, umframt at hava egna framleiðslu av fóðurflakum í Póllandi og egna deild í Danmark.
Tó hevur allatíð verið greitt, at skal felagið veruliga taka kappingina upp við tey størstu feløgini í veitaravinnuni, er neyðugt at gera tað saman við øðrum, og skal hetta stigið síggjast sum liður í tí arbeiðinum”, sigur Janus Thomsen, nevndarformaður í GroAqua, og stjóri í P/F Tjaldur.
P/F Tjaldur eigur GroAqua saman við leiðsluni í felagnum.
Nýggi eigaraskarin verður samansettur av verandi partaeigarum í ymsu feløgunum, umframt evropeiska íløgufelagnum Ambienta, ið við hesum veruliga ger seg galdandi á veitaramarknaðinum til alivinnuna.
Ambienta er ein evropeiskur grunnur, stovnaður í 2007, sum ynskir at menna feløg innan burðadygga vinnu. Við skrivstovum í Milano, London, Paris, München og Stockholm umsitur Ambienta yvir 4,5 mia. evrur í ognum.
Hóast talan er um stóra samanlegging, verður GroAqua ein av grundarsteinunum ið bygdur verður á víðari og koma føroysku eigararnir sostatt at hava stóra ávirkan í samanlagda felagnum, m.a. við at hava umboðan í nevndini.
Fakta:
▪ Í samanlagda samtakinum verður samlaða sølan um 980 mió. NOK
▪ GroAqua varð stovna í 1972. Um 100 fólk starvast í GroAqua samtakinum, harav sløk helvtin í Føroyum.
▪ P/F Tjaldur eigur størsta partin av GroAqua, og hevur verið í eigaraskaranum síðani 2005.
▪ Íløgan hjá P/F Tjaldur og leiðandi starvsfólkum í GroAqua er størri í nýggja samtakinum, enn íløgan í GroAqua í dag.
▪ P/F Tjaldur varð stovnað í 2004, og er sprotti úr P/F Skipafelag Føroya, sum var stovnað í 1919.
▪ Tjaldur hevur yvir 2.300 partaeigarar, og hevur høvuðsæti á Bryggjubakka, umframt eina deild í Oslo.
▪ Umframt GroAqua, eigur P/F Tjaldur størsta partin av Effo og Nema í Føroyum, og stóran part av norsku fyritøkunum Mintra, Servi og Pactum Capital.
