Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.10.2026 08:35

Ferðsluátak í Karvatoftum

Fuglafjarðar kommuna

Fuglafjarðar kommuna arbeiðir við at skipa ferðsluviðurskiftini í Karvatoftum, millum Haraldsen og torgið við Mentanarhúsið, soleiðis at tað verður tryggari at ferðast samstundis sum økið fær ein meira torg líknandi dám.

Í hesum sambandi verður ein royndarverkætlan gjørd í 4 vikur, frá mánadegnum 12. oktober 2026 til mánadagin 9. november 2026, har vegurin í økinum verður smalkaður til 6,5 m og parkeringsbasarnir uttanfyri verða tiknir burtur. Samstundis verður tíðaravmarkað parkering frá Haraldsen handlinum yvir móti Bókasavninum.

Heitt verður á ferðandi um at vera ansin í hesum sambandi og boða kommuni frá um átakið hevur, antin jaliga ella neiliga ávirkan í mun til endamálið, at hava eina tryggari ferðslu(teldupostur info@fuglafjordur.fo).