Faroe Marine Products, ella Høvdavirkið, sum tað kanska best er kent fyri, fer nú eftir ætlan eisini at framleiða mjøl og lýsi úr feitum fiski og fiskaúrdrátti, og at skera flak av svartkjafti. Hetta veit KVF at siga.
Høvdavirkið hevur síðani 2002 havt umhvørvisgóðkenning fyri at turkað fiskahøvd, -ryggir og heilan fisk. Hóast hetta hevur Umhvørvisstovan hildið tað verið neyðugt við nýggjari góðkenning, nú virkið fer at víðka virksemið.
Hesa nýggju umhvørvisgóðkenning fekk Høvdavirkið í síðstu vikuni. Í nýggju góðkenningini verða treytir settar til eitt nú spillivatn og útlát til luft.
Tað er P/F Varðin í Gøtu sum eigur 86 prosent av Faroe Marine Products, sum er felagið aftan fyri Høvdavirkið, meðan fyrrverandi stjórin, Eirikur á Húsamørk eigur hini 14 prosentini.
Deil á Facebook