Í ár eru liðin 50 ár síðani Hósvíkar Róðrarfelag bleiv stovnað í 1974. Hetta verður hátíðarhildi tann 25. og 27. apríl.
Skráin fyri dagarnar eru hendan:
25. apríl:
- Allir bátar verða flotaðir í samband við at felagið verður 50 ár í ár
- Marni E. Joensen, býráðslimur, kemur at halda røðu
- Øll áhugaði kunnu royna kappróðrarbátarnar
- ÍSF maskotturin Piddi kemur at vitja
- Ruben Busk selur HVR burgarar.
- HVR blusur og innkeypsnet verða til keyps.
27 apríl:
- Kl. 10:00: HVR bjóðar morgunmat í Bygdarhúsinum. Myndir verða vístar, og møguleiki er at siga nøkur orð til felagið.
- Hoppiborg verður uttanfyri til børnini.
- Kl. 11:00: Sofaprát um HVR hesi 50 árini.
- Kl. 19:30: Pub quiz við Rógva Nybo
- Kl. 22:00: Jens Marni Hansen
Vit gleða okkum at síggja tykkum.
Vinarliga heilsan
Hósvíkar Róðrafelag
Nevndin
Deil á Facebook