Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.10.2022 13:27

Hjartastart 2022

Mynd: Reyði Krossur

Ver við til Hjartastart 2022 í heystfrítíðini.

Í ár er tað 3. ferð, at hjartastartaradagur verður hildin í Føroyum, seinast var í 2017.

Tiltakið verður á torginum í SMS, fríggjadagin 14. oktober kl. 12-17.

Hjartastart 2022 er eitt tiltak, ið Reyði Krossur Føroya luttekur á. Hetta er tiltak ið Dansk Råd for Genoplivning og Trygfonden skipa fyri. Hetta er eitt tiltak, ið hevur til endamáls at varpa ljós á týdningin av lívbjargandi fyrstuhjálp og at nýta hjartastartara.

Bæði børn og vaksin kunnu traðka til og bjarga einum lívi, um tey eru vitni til ein hjartasteðg. Á torginum í SMS verða umboð frá Reyða Krossi, samarittar og fyrstuhjálparinstruktørar. Umframt verða umboð frá Landssjúkrahúsinum, sjúkrarøktarfrøðingar og sjúkraflutningstænastan, Renn fyri lívi og LBF til reiðar at vísa, hvussu ein skal bera seg at við at veita lívbjargandi fyrstuhjálp og at nýta ein AED´ara.

Hjartastart 2022 vendir sær eisini til børnini. Tí at børn heilt niður til 12 ára aldur kunnu væl traðka til og veita lívbjargandi fyrstuhjálp, og øll kunnu ringja 1-1-2. Tí vilja vit heita á øll børn, ið koma at taka lut á degnum, at taka teirra yndis bamsu við. Tí so sleppa tey at royna seg við at veita lívbjargandi fyrstuhjálp á síni bamsu. Tey læra, hvar hjartað er á bamsuni við at seta eitt hjartaklisturmerki á bamsuna, á foreldrini ella hvønn annan.

Vit gleða okkum at skipa fyri Hjartastart 2022 á torginum í SMS, har vit fáa møguleikan bæði at hitta børn og vaksin, og at sleppa at greiða frá, hvussu eitt mannalív kann bjargast. Vit vita, at tað er lættari at veita lívbjargandi fyrstuhjálp, tá ið tú hevur vant tað nakrar ferðir áður. Tí er tað so týdningarmikið, at tú longu sum barn fær møguleikan at læra, hvat skal gerast, um onkur fær hjartasteðg. Tað er tað, sum vit nýta Hjartastart 2022 til. At varpa ljós á hetta, fortelur Reyði Krossur Føroya.

Um hjartastartaradagin

Tann 16. oktober er altjóða hjartastartaradagur kring heimin. Stigtakararnir til hetta tiltakið er EU parlamentið og tað er stuðlað av ILCOR (International Liason Committee on Resuscitation). Í Danmark er tað Dansk Råd for Genoplivning og Trygfonden, ið skipa fyri degnum. Nógvir aktørar innan fyrstuhjálp bjóða til ókeypis tiltøk kring alt Danmark, fyri at seta fokus á, at danir læra at bjarga lívum. Les meira um hetta á: www.hjertestarterdagen.dk og www.restartaheart.eu