Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.09.2026 12:59

Hitaðu Eysturkommunu upp við rekkjukoyring og sangi (Myndarøð)

Mynd: Árni Øregaard/Eysturoyarportalurin

Lagið var gott í Sarpugerði í morgun, tá ið tann obligatoriska upphitingin til ársins finalu um løgmanssteypið hjá monnum byrjaði.

Sløkkilisbilar, lastbilar og vanligir bilar, fóru koyrandi við ýlið, sangið og fløggum runt í bygdunum í Eysturkommunu og hitaðu bygdfólkið upp til dystin í kvøld.

Ein serligur stemmningur er komin yvir bygdirnar, har tað merkist at fólk eru sera spent til dystin í kvøld.

Myndir: Árni Øregaard/Eysturoyarportalurin

Spjaldur