Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.03.2023 07:19

Heartist í Filmsfelagnum

Mynd: Sigrun Gunnarsdóttir 

Mikukvøldið sýnir Filmsfelagið “Heartist”, sum er nýggi heimildarfilmurin um føroysku listakvinnuna Sigrun Gunnarsdóttir (f.1950).

Við leikstjórunum Marionnu Mørkøre og Beintu á Torkilsheyggi er filmurin ein nútímans lýsing av eini spennandi listakvinnu, sum virkar á Eiði, sýnir fram kring allan heim, og altíð arbeiðir málrættað við málningalistini.

Men hvør er kvinnan, sum avrikar øll listaverkini?

Støðið verður tikið í Sigrun sum persóni og listafólki – eru líkleikar og mótsetningar millum persónligheitina og einstøku listaverkini?

Bretska Katy Beveridge hevur gjørt heilt serligar animatiónir úr málningunum, sum tykjast fara á flog.

Ole Wich, ið hevur samarbeitt við listakvinnuni av Eiði, fer at innleiða, og eftir sýningina verður prát við Sigrun og báðar leikstjórarnar, har eisini høvið verður at seta spurningar úr salinum.

Rógviper og Kykmyndir hava framleitt nýggja føroyska heimildarfilmin “Heartist”, sum varð frumsýndur á filmstevnuni CPH:DOX hin 19. mars.

Í altjóða skránni varð sagt soleiðis um føroyska filmin:

“A creative portrait of Faroese artist Sigrun Gunnarsdóttir and the mountainous landscapes that inspire her. Warm, colourful and imaginative, just as her paintings have made her the country’s most beloved artist.

A figure draped in shades of purple, pink and violet wanders through the overwhelming Faroese countryside. 72-year-old artist Sigrun Gunnarsdóttir is out on her daily walk around the lake near her house which inspires her art. She is constantly in motion, constantly at work: painting, hanging, playing ping-pong with her husband. Gunnarsdóttir’s colourful and naive art has made her one of her country’s most important and beloved painters. An artist with her heart in the right place.  The picturesque ‘Heartist’ unfolds a life story that begins with her grandfather, the Faroe Islands’ first landscape painter, and continues through her years at the Academy of Fine Arts in Copenhagen to a life as a painter, mother and grandmother – and to a very special commission to paint a portrait of Queen Margrethe. The paintings speak with in their own imaginative language along the way.”

Í ummæli í fremsta danska filmstíðarriti, Ekko, fær filmurin ikki færri enn fimm stjørnur. Føroyskir ummælarar, Kim Simonsen og Birgir Kruse, hava eisini givið filminum besta ummæli.

FILMSFELAGIÐ 5/4 kl 20:00 Heartist (Marianna Mørkøre og Beinta á Torkilsheyggi Føroyar 2023 58 min)