Mynd: Politi.fo
Løgreglan upplýsir fyri Eysturoyarportalinum í morgun, at tey fingu eina fráboða stutt áðrenn kl. 08.00 gjáramorgunin, at ein harmonikusamanstoytur var hendur í Saltangará á Heiðavegnum tætt við Effo støðina, har fýra bilar vóru uppi í óhappinum.
Orsøkin var hon, at fremsti bilurin steðgaði fyri onkrum, og endaði tað við at hinir bilarnir hvør eftir annan, rendu uppí reyvuna á hvørjum øðrum. Eingin fólkaskaði stóðst av hendingini, men skaðið kom á allar fýra bilarnar.
Løgreglan gjørdi eisini í gjár eitt ferðsluátak á Glyvrum. Har vóru 150 bilar steðgaðir. 21 av teimum fingu bót. Tað snúði seg um alt frá; koyra ov skjótt, kava á rútunum, slitin dekk, lyktafeilir, einki koyrikort uppi á sær, tosa í fartelefon og børn sum ikki vóru íbundin.
