Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.02.2024 08:21

Hans Puuli Olsen sýnir fram í Gamla Seglhúsinum

Tíðindaskriv

Fríggjadagin 23. Februar letur upp framsýning við tekningum hjá Hans Paula Olsen.

Hans Pauli Olsen greiðir soleiðis frá um framsýningina:

”Tekningarnar eri teknaðar í løtuni á staðnum frammanfyri  myndevninum. Allar tekningarnar eru teknaðar í A3 stødd (29,37x42cm) og nýttur er blýantur og svart krit, sum upploysist í vatni. Tað er sum ein pastell og ein akvarell í einari stift. Hesin háttur verður ofta róptur blýantur, krit við lavering. Til tíðir er tekningin so rúgvismikil, at hon heldur áfram frá einum arki til tvey ella fleiri ørk. Tað einasta, ið ikki verður gjørt á staðnum er tá ið eg tekni ein nakka, eina øksl ella okkurt tílíkt oman á eina skjóta tekning. Tá havi eg avrita tann partin yvir á ta skjótu tekningina. Myndevni er landsløg og modelltekningar. Tær flestu tekningarnar eru teknaðar á Húsum, har vit eisini eiga eini hús. Modelltekningarnar eru teknaðar í Keypmannahavn.”

Fernisering verður fríggjadagin klokkan 16:00 og kemur Hilmar Høgenni at røða.

Umframt lættari ábit verður eisini tónleikur við Karl Martin, Eyðun og Jógvan – kendir úr bólkinum Hjarnar.

Møguleiki verður eisini at hitta listamannin sjálvan til ferniseringina og eru øll hjartaliga vælkomin.

GAMLA SEGLHÚSIÐ