Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.05.2026 12:56

Hallur Joensen við bólki á Country Festivalinum 2026

Tíðindaskriv/ Country Festivalurin

Gleð teg til eina rimmar uppliving! Hallur Joensen kemur at seta fulla ferð á stemningin á country festivalinum í Sørvági! Við sínari eyðkendu sjarmu, vælkendu rødd og einari røð av hittum, fær Hallur bæði ung og eldri at syngja og dansa við.

Atgongumerki fáast til sølu á www.country.fo

Hallur kemur við fult mannaðum bólki vestur at spæla allar klassikararnar í røttum Country elementi. Dámar tær country, so er tað nú, at tú skal finna hattin, vestin og stivlarnar fram, tí hetta er uppskriftin upp á eitt ógloymandi kvøld.

“Country Festivalurin – Har Country hittini, hittast”