Tíðindaskriv/ Grindamannafelagið
Løgtingið hevur í dag endaliga samtykt, við 28 atkvøðum fyri og 0 atkvøðum í móti, at veiða og fiskiveiða eru ikki fevnd av djóravælferðarlógini.
Grindamannafelagið fegnast um lógarbroytingina, tí nú er endaliga staðfest, at tað er grindalógin og grindakunngerðin, sum er galdandi tá tað eru grindaboð. Sostatt kunnu grindafólk nú aftur fara í grind, uttan at óttast at blíva ákærd fyri brot á djóravælferðarlógina.
Broytingin verður endaliga lýst ein av komandi døgunum, og lógartekniskt verður linari ásetingin brúkt, í møguligum málum sum liggja í skipanini, tá lógarbroyting verður gjørd. Hetta merkir vónandi, at ákærur ímóti grindafólkum fyri brot á djóravælferðarlógina, nú verða sleptar av ákæruvaldinum.
