KVF visti at siga í tíðindunum á middegi, at ein grind var funnin í Djúpunum uttanfyri Oyndarfjørð. Ætlanin var at reka hana inn á Fuglafjørð og halda henni til har.
Men Jacob Vestergaard, sýslumaður, segði við KVF, at talan var um eina rímuliga stóra grind, men hildið var at tað var best at lata hana fara, tí at fólk í økinum, Norðoyggjum, Eysturoy og Norðurstreymoy, eru mettað av grind í løtuni, eftir at fleiri stórar grindir hava lagt beinini seinastu mánaðirnar.
Deil á Facebook