Føroya Óðalsfelag
Um t.d. «NIAR» ella “Átjan Wild Islands”, ella eitthvørt annað felag, vil skipa fyri einum tiltaki í tykkara haga, so skulu fyriskiparnir, sum tað fyrsta, seta seg í samband við tykkum.
Tað er ikki í lagi, bara at ringja sama dag, og siga «Tiltakið verður».
Fyriskiparar skulu, sambært lóg, tryggja sær samtykki frammanundan, frá øllum teim hagapørtum, farið verður ígjøgnum.
Avtala um hetta skal fáast í lag áðrenn tiltakið byrjar, ikki aftaná.
Er eingin avtala, so verður einki tiltak.
Óðalsfelagið mælir øllum til, bæði hagapørtum og fyriskiparum, at samskifta skrivliga. Allarhelst teldupost, men til neyð umvegis SMS Ongantíð bara telefonsamrøðu, sum kann føra til misskiljingar og klandur, um hvør segði hvat.
Greitt samskifti gevur gott samstarv.
Tá hagin fær ein fyrispurning, bið tey so fyrst senda tykkum ein teldupost, har fyriskiparnir svara hesum spurningum:
1) HVAT fyri tiltak snýr tað seg um?
2) HVØR skipar fyri tiltakinum? (Hvør er ábyrgdarpersónur?)
3) HVUSSU nógv fólk er talan um?
4) HVAR ætla tit at fara?
5) NÆR ætla tit at fara?
6) KUNNING um hetta er eitt vinnuligt tiltak, og hvør kostnaðurin er, fyri hvønn luttakara?
Tá tit hava fingið hesi boðini skrivliga, umvegis teldupost (til neyð SMS), kann hagaparturin svara aftur við einum loyvi til tiltakið, við teimum treytum sum tit áleggja fyriskiparunum (t.d. krónutal pr.luttakara, haldið tykkum til ávísa rutu (ella fløggini), latið vøkstur og djór fáa frið, ikki koyra grót á rull, ikki blaka plast og annað dálkandi í náttúruna o.s.fr. o.s.fr.)
Er talan bara um føroyingar, og eingir pengar eru í tí, so kunnu tit geva loyvi, uttan samsýning til hagakassan. Tað ræður tann einstaki hagaparturin fyri. Men treytirnar eru neyðugar at nevna í skrivinum.
ENN EINAFERÐ:
Tað er ólógligt at selja upplivingar, inni á høgunum hjá onkrum øðrum, uttan samtykki og uttan avtalu.
Tað eru hagarnir, og bara hagarnir sum hava ræðisrættin.
Tíbetur eru flestu fyriskiparar hampafólk. Tey kenna lógirnar og vilja sjálvandi gjarna tryggja sær, at tiltakið hjá teimum skal eydnast væl. Tí gera tey sjálvandi greiðar skrivligar avtalur, frammanundan.
Men, møta tit fyriskiparum sum ikki virða lógina, sjálvt eftir at hagarnir hava gjørt vart við lógina, so er tíverri bara eitt at gera:
Setið tykkum í samband við Løgregluna skjótast gjørligt.
Telefon 351448, ella umvegis https://politi.fo/melda
Hava tit nøkur ivamál, frætta vit fegin.
FØROYA ÓÐALSFELAG
fo@mail.fo