Tann 26. juli í ár setti gøtumaðurin, Tóki Klakk Olsen, nøsina móti flatlondum. Á flogvøllinum í Vágunum hendan dagin vildi lagnar tað soleiðis, at hann í komuhøllini møtti víkingahópinum og ferðaliðnum, sum júst høvdu verið í Belgia og leikt Conference League móti KAA Gent. Meðan víkingar vóru á veg til hús, so vóru ørindini øðrvísi hjá unga syðrugøtumanninum.
Hann hevur tikið av møguleikanum at verða ungdómsvenjari í danska stórfelagnum FC Midtjylland, sum er heimahoyrandi á Jylllandi.
Men at koma hartil, liggur nógv hart og miðvíst arbeiði aftanfyri. Alt byrjaði tó í barndómsfelagnum Víkingi, har nógvir hundraðtals tímar eru farnir við fyrireikingum, venjingum og dystum, bæði í stormi, kava og vindi.
Hóast sín unga aldur, so hevur 23 ára gamli Tóki Klakk Olsen, verið ein fastur partur av venjaratoymum, sum hava tikið sær av ungdómsfótbólti í Eysturkommunu, har hann hevur havt sína dagligu gongd, bæði í Sarpugerði í Gøtu og upp á Brekku í Leirvík.
Byrjaði sum venjari í Víkingi
Hvussu byrjaði so títt venjarayrki í Víkingi og hvørji lið hevur tú havt undir hond?
“Eg byrjaði við at verða hjálparvenjari hjá Atla Gregersen við U15 hjá Víkingi í 2020, har eg var í eitt og eitt hálvt ár. Síðani bleiv eg høvuðsvenjari hjá U13 hjá Víkingi í 1 ár. Í 2023 og fyrru hálvu av 2024 var eg høvuðsvenjari hjá U15 hjá Víkingi.
“Serliga eru tað Jóhan Petur Poulsen, núverðandi høvuðsvenjari hjá besta liðnum og Atli Gregersen, sum hava givið mær stóran íblástur til at gerast venjari.”
Evnini hjá Tóka, sum eisini er í gongd við sína A-venjaraútbúgving, eru heldur ikki farin framvið borðinum hjá Fótbóltssamband Føroya. Har hevur eisini verið boð eftir honum, har hann t.d. hevur verið ein partur av venjaratoyminum hjá yngru landsliðunum.
Tú hevur eisini verið ein partur av venjartoyminum hjá FSF?
“Ja, í 2023 byrjaði eg sum hjálparvenjari hjá Fróða Benjaminsen við U16 landsliðnum, har eg var í eitt ár. Í fyrru hálvu av 2024 havi eg eisini verið hjálparvenjari hjá Jógvan Martin Olsen við U16 landsliðnum.”
FC Midtjylland nýggja heimið
Fyrr í ár var avgerð so tikin at royna nýggjar og ókendar leiðir.
Hví valdi hann so at fara avstað til Danmarkar og hví júst FC Midtjylland?
“Eg valdi at fara, av tí at eg hevði ein dreym um at vera venjari á hægsta støðið í Evropa. Eg føldi, at hetta var ein góður møguleiki fyri at koma inn í topp elituna í Danmark, og í eitt umhvørvi við ørðvísi avbjóðingum enn eg hevði til dagligt. Her eru venjarir, sum koma allastaðnis frá, av tí at teir føla at FC Midtjylland er eitt stað har teir kunnu mennast. Tá eg so fekk møguleikan at koma her, kundi eg ikki siga nei.”
FC Midtjylland er í løtuni millum tey bestu akademiðunum í Evropa, har teir serliga eru kendir fyri teirra nýhugsan og teknologi.
Hvørjar verða so tínar uppgávur í nýggja felagnum?
“Eg eri i venjaratoyminum hjá U15 dreingjum, har eg eri hjálparvenjari og Individuellur venjari. Tað merkir, at eg eri partur av liðvenjingum, har eg serliga havi fokus á hvussu teir einstøku leikarnir skulu blíva betur til ávís ting. Við síðunar av tí, hava vit eisini individuellar venjingar, har leikararnir venja í bólkum, soleiðis at teir kunnu arbeiða við smærri detaljum, fyri at blíva betur í ávísum evnum. Eisini havi eg ábyrgdina av einari skipan, sum kallast Playermaker. Hetta er ein skipan, har leikararnir fáa eina reim tvørtur um gaggurnar, soleiðis at mann sær øll teknisk hagtøl, til venjing og dyst.”
Og hvussu hevur so fyrsta tíðin verið í FC Midtjyllandi og hvat er á skránni í nærmastu framtíð?
“Eg eri byrjaður at venja, og eri follin væl til. Tað at vit læra enskt og danskt í skúlanum í Føroyum, er ein sera stórur fyrimunur, av tí at eg skal tosa við fólk úr nógvum ymiskum londum. Okkara kapping byrjar 17. august, har leikarnir fyri fyrstu ferð spæla í einari deild, har øll tey bestu donsku liðini eru við. Okkara fyrsti venjingardystur verður mánadagin 5. august, so tað verður spennandi at koma í gongd”, sigur Tóki Olsen at enda við Eysturoyarportalin.
Deil á Facebook