Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.02.2024 00:08

Gongd í haga: Enn er langt millum partarnar (Myndir)

Høgni Hoydal, landstýrismaður og bóndin í Saksun, Jóhan Jógvansson (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Í kvøld var almennur fundur um burðardygga ferðavinnu – betri kent sum gongd í haga, hildin í skúlanum við Streymin.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, legði lógaruppskotið um burðardygga ferðavinnu (Ferðavinnulógin) fram og síðani var møguligt hjá fundarfólkinum at gera viðmerkingar og siga sína hugsan.

Tað kom skjótt til sjóndar, at fólkið, serliga úti á bygdunum og smáplássunum, ikki kenna seg hoyrd ella kenna seg aftur í fleiri av tingunum í lógaruppskotinum.

Fleiri sjónarmið og viðmerkingar komu fram, sum lýstu máli frá ymiskum sjónarhornum, og sum landsstýrismaðurin lovaði at taka við seg víðari í arbeiðinum.

T.d. var víst á, at Sunda kommuna er ein av teimum kommununum í Føroyum, sum er harðast rakt av ferðavinnuni, við tað, at hon hevur nøkur av mest lokkandi og vøkru støðunum í landinum: Gjógv, Saksum og Tjørnuvík. Samanborið við aðrar kommunur, sum ikki hava hendan sama trupuleika at dragast við.

Eisini var frammi, at landið, legði alt ov nógvar byrðar tilknýttar ferðavinnuna (sum hetta lógaruppskotið leggur upp til) út til kommunurnar at umsita. Smáar og miðalstórar kommunur, sum longu eru nógv sperdar av øðrum uppgávum, sum landið hevur lagt út til kommunurnar at umsita, klára ikki at fylgja við.

Sí myndir sum Eysturoyarportalurin tók í skúlanum við Streymin.

Spjaldur