Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.11.2022 14:16

Góðu Eysturoyingar og Føroyingar (Løgtingsval 2022) 

Mynd: Jóhan Christiansen

Lesarabræv

Nú stundar til val aftur, og eri eg ein av teimum uppstillaðu fyri Tjóðveldi.

Eg eri so heppin at hava fingið áliti frá Eysturoyar Tjóðveldisfelga at sleppa at umboða hendan fantastiska flokkin. Eitt álit, sum eg skal gera mítt besta at liva upp til. 

Vit mugu ásanna, at tað er ikki tað sama at búgva í Funningi, Eiði ella Leirvík, sum tað er at búgva í Tórshavn. Daglig dagurin er ikki heilt tann sama her, sum har. Vit liva mitt í allari framleiðslu Føroyum, og tað eru vit sera stolt av. 

Vit Eysturoyingar hava sakna eina tjóðveldisrøtt á Løgtingið. Eina rødd, sum bæði býr og virkar her í økinum, og sum tískil kann bera sjónarmiðini hjá okkum her í Eysturoy fram á Ting.

Men tað slepst ikki undan. Ynskja vit at fáa eitt Tjóðveldisumboð á Ting, so mugu vit standa saman her í Eysturoy, og velja eitt av okkara valevnum. Standa sama um okkara valevnir, og arbeiða hart fyri at vinna hesa umboðana aftur, sum vit hava sakna seinastu árini.  

Eg sjálvur, og hini valevnini hjá okkum her í Eysturoy, vilja arbeiða hart og miðvíst við at vinna hesa umboðana aftur. Men vit hava sannliga brúk fyri tykkara hjálp. 

X við E 

Jóhan Christiansen