Runavíkar kommuna
Runavíkar kommuna vil fegin vera við til at stimbra lesigleðina og lesiførleikan hjá okkara smærru borgarum, og samstundis ynskja vit á bókasavninum, at bókasavnið skal vera ein náttúrligur og fastur táttur ígjøgnum alt lívið. Tí kunnu øll børn í Runavíkar kommunu, tá tey fylla 3 ár, koma á Bókasavnið við Løkin ella á Skála bókasavn at fáa eina fitta bókagávu og eitt lánarakort.
Tað er ókeypis at gerast lánari á bókasavninum, og vit greiða gleðiliga frá, hvat vit kunnu bjóða tær sum brúkara av bókasavninum.