Í morgun kl. 11.15 fekk MRCC fráboðan um, at ein gággubátur hevði fingið maskintrupulleikar á Tangafirði.
Vaktarskipið Brimil lá á Kollafirði og sendi skjóttgangandi RIB bátin eftir honum.
Bert 1/2 tíma aftaná boðini komu inn til MRCC, lá gággubáturin við kaj á Selatrað.