Í morgun var fyrsta flagið til verkætlanina Eyðabø, sum liggur upp at eldrasambýlinum í Norðragøtu, loyst. Tað var borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen, og Dávid Jacobsen, nevndarformaður í P/F Varðin, sum loystu flagið.
Tað er P/F Varðin í Gøtu sum stendur fyri verkætlanini. Og verður tað byggifyritøkan P/F Búsetur sum kemur at standa fyri sjálvum arbeiðinum. Meðan Sp/f Henning Larsen arkitektar hava tekna.
Eftir ætlan verða 28 leiguíbúðir og 6 lutaíbúðir – 34 íbúðir í alt.
Avtala er gjørd um samstarv um nakrar av íbúðunum, at nýta sum eldrabústaðir, umvegis Eysturkommunu.
Arbeiðið fer væntandi at taka uml. 2 ár.
Myndir & video: Eysturoyarportalurin