Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.08.2026 14:32

Frítíðarundirvísing í Sunda kommuna 2026

Sunda kommuna

Øll tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Sunda kommunu – https://skeid.sunda.fo/

Tilmeldingin byrjar 1. september kl. 10.00 og endar 7. september kl. 15.00

Øll tilmelding er persónlig og bindandi.

Øll undirvísing er treytað av at nóg stór undirtøka er.

Eitt hold verður avlýst, tá ið færri enn 6 luttakarar eru.

Eitt hold er fullteknað innan handaligu lærugreinarnar, tá ið í mesta lagi 12 luttakarar eru.

Aðrar lærugreinar er tað 18, ella eftir avtalu við læraran.

Pensjónistar gjalda hálvt gjald.

Fyri øll skeið er galdandi, at luttakararnir sjálvir gjalda fyri alt tilfar.

Framsýningin er í Skúlanum við Streymin sunnudagin 14. mars 2027.

Tað er sera umráðandi fyri kvøldskúlan, at næmingar sýna fram tilvirkaðu lutirnar fyri at vísa borgarum í kommununi, hvørjir møguleikar eru í  kvøldskúlanum.

Fyrivarni verður tikið fyri villum, og rættingar verða lagdar út á heimasíðuna so hvørt.

Kunning: Øll parkering uttanfyri hondarbeiðsstovuna/smíðstovuna er ikki loyvd, undantikið tey sum hava handicap skilti í bilinum.

*Frítíðarundirvísingin er fyri borgarar í Sunda kommunu. Er pláss tókt er møguligt hjá øðrum at luttaka.

Spjaldur