Mynd: Politi.fo
Hóast nógv fólk var samlað til grannadystin, sum var í gjár millum NSÍ og B68, so spældi alt væl av, sigur løgreglan í morgun. Hóast tað, so var sjúkrabilur sendur eftir B68 leikara, sum var borin skaddur av vøllinum.
Tíðliga leygarmorgunin, var ein bilførari, tikin uttanfyri tunnilsmunnan í rundkoyringini til Eysturoyartunnilinum, fyri at koyra ávirkaður.
Annars sigur løgreglan, at okkurt smávegis annað hevur verið at gjørt, so sum, at tey fingu boð um at leysur seyður gekk á Oyri. Og á Heystfagnaðinum á Eiði kom øði í og onkur gjørdist nakað illur, men alt lagaði seg aftur og ikki meir var gjørt við tað.
Deil á Facebook