Svimjifelagið Neptun
Svimjifelagið Neptun í Runavíkar kommunu hevur lagt til brots við venjingum í nýggju svimjihøllini í Bylgjuni.
Tað hevur eydnast felagnum at fáa ein sera virknan hóp av hjálparfólkum og eina virkna nevd, og hava hesi havt eitt greitt felags mál.
Til at fáa íblástur uttanífrá, og fyri at lyfta felagið, hevur svimjinevdin saman við formanninum í vikuni gjørt avtalu við
Sanne Skov um at verða partur av menningini hjá svimjifelagnum Neptun.
Sanne er útbúgvin faklærari í ítrótti, og hevur verið meginvenjari og mennari í svimjiskúla í fleiri enn 30 ár.
Í dag er hon høvuðsvenjari í svimjifelagnum í Gladsaxe. Sanne Skov hevur eisini verið svimjilærari hjá
Danska Svimjisambandinum í nærum eina fjórðingsøld. Neptun og Sanne hava funnið ein leist sum samstarvast skal eftir.
Nevndin í Neptun er av góðum grundum sera fegin um, at samstarvið við Sanne er komið í lag. Av heilum huga síggja vit fram til, at verulig gongd kemur á svimjingina – sum svimjing og sum kapping – har borgarar okkara trívast og mennast í einum góðum felagsskapi.
Hurðarnar hjá Neptun eru opnar fyri øllum, og meiri verður at frætta um onnur átøk sum frálíður.
Vegna nevndina
Jákup Øssursson Mohr,
Jens Mortan Rasmussen,
Martin Venned,
Eyðun Jensen,
Dánjal Vestergaard,
Jonnhild Reynholdsdóttir og
Rodmundur Nielsen.