Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.08.2026 12:58

Franska fregattin Auvergne hevði venjing á Gøtuvík (Myndarøð)

Mynd: Eyp.fo

Tað sá eitt sindur ógvsuligt út hjá bygdafólki í Syðrugøtu og Norðragøtu at vakna upp í morgun. Uttanfyri vindeyguni lá ein stór fronsk fregatt við bæði kanón og tyrlu, meðan skjótt gangandi bátar silgdu inn og út frá kajiøkinum í Norðragøtu.

Hetta var bert ein fronsk venjing, ið at flyta burtur fólk í samband við eina møguliga natúrvanlukku, so sum eldgos ella líknandi vanlukkur.

Umleið 50 lokal fólk vóru við í venjingini, og vóru tey øll flutt umborð á fregattini Auvergne við skjóttgangandi bátum, har tey síðani vóru sigld til Tórshavn.

Venjing er komin í lag við franska konsulatið sum heldur til í Norðragøtu.

Umborð á fronsku fregattini Auvergne eru 137 fólk.

Myndir: Eysturoyarportalurin