Mynd: Vøllurin á Svangaskarði í morgun (Eysturoyarportalurin)
Veðrið, sum hevur verið seinastu dagarnar, sær út til at fara at halda fram fleiri dagar afturat. Veðurforsøgnin til vikuskifti sigur heilt niður í -8 kuldastig onkustaðni og kavaælingar. Tilskil verður tað trupult at leika dyst í tílíkum umstøðum.
Miðilin Bólt.fo veit at siga, at føroysku fótbóltsfeløguni hava fingið kunning frá Fótbóltssamband Føroya um, at møguleiki er fyri at komandi umfarð verður útsett.
Ein endalig avgerð verður tikin hósdagin, um komandi umfarð verður leikt ella ikki.
