Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.08.2022 09:37

Gudstænasta í gjónni við Gjógv við góðum tónleiki

Mynd: Fólkakirkjan

Sunnudagin 21. august kl. 15 verður guðstænasta í gjónni við Gjógv.

Hetta átakið tók seg upp fyri seks árum síðani og gjørdist ein kærkomin siðvenja. Tey tvey koronuárini var onki, men nú taka vit tráðin uppaftur.

Í ár verður tað bispur Jógvan Fríðrikson, sum fer at prædika. Organistur verður ungi Ari Hammer Joensen, sum eisini fer at spæla Bach umframt variatiónir yvir sálmin “Nú takkið Guði øll”. Meðan sálmurin verður sungin fer eisini Eiðis Ljómfelag at spæla undir.

Kórsangur verður somuleiðis, og í ár verður tað eitt felagskór úr Vestmanna Sangkóri og Vágakórinum, stjórnað av Rannvá Matras-Olsen.

Viðrar verður bispur skjútsaður inn í gjónna av kvinnumanning úr Hvalvík og Streymnesi.

Fyrireikararnir eru spentir uppá at taka guðstænastuna uppaftur og vóna ,at nógv fólk fara at leita sær til stórbæru náttúruna og góðu løtuna í gjónni.

Kirkjuráð, bispur, kór og tónleikarar bjóða øllum vælkomnum.