Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.04.2024 15:20

Føroya Pedagogfelag gjørt nýggjan sáttmála

Mynd: Føroya Pedagogfelag

Føroya Pedagogfelag skrivar soleiðis:

Góðu limir

Vit hava fyri løtu síðani undirskrivað semju við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Fyri fyrstu ferð í langa tíð hevur Pedagogfelagið undirskrivað semju uttan semingsstovnin, og boðar hetta frá jaligari arbeiðsgongd millum partarnar.

Í morgin er álitisfólkafundur og vit gleða okkum til ein góðan fyrrapart saman við teimum.

Vit ynskja tykkum øllum framhaldandi góðan dag.

Heilsan

Nevndin