Tíðindaskriv/ Formula
Formula hevur enn einaferð fingið altjóða viðurkenning frá einum av okkara fremstu samstarvsfeløgum. Hesaferð er tað HP, sum hevur valt at heiðra Formula fyri framúr arbeiði og góð úrslit innan sølu av HP-prentloysnum.
Seinastu árini hevur Formula fingið fleiri viðurkenningar og herðaklapp frá altjóða veitarum. Tað er altíð ein heiður at fáa slíka viðurkenning, men kanska serliga, tá hugsað verður um, at føroyski marknaðurin er lítil sammett við teir marknaðir, sum okkara altjóða samstarvspartnara vanliga arbeiða á.
Í grundgevingini fyri heiðurin leggur HP dent á ágrýtni, miðvísa sølutilgongd og evnið at finna tær røttu loysnirnar saman við kundunum:
“Hesin samstarvsfelagin hevur framt eitt framúr úrslit. Í eini kapping, har vit vanliga ikki standa sterkast, megnar hann at halda fast, arbeiða miðvíst og saman við kundanum finna tær bestu loysnirnar. Við ágrýtni, toli og góðum samstarvi eydnaðist at vinna ordrar. Eitt gott dømi um, at áhaldni og røtt tilgongd geva úrslit.”
Viðurkenningin er ein staðfesting av tí arbeiði, sum dagliga verður lagt í at veita føroyskum kundum góðar og framtíðartryggjaðar loysnir. Samstundis vísir hon, at føroyskar fyritøkur kunnu standa seg væl í kapping við størri leikarar.
Formula vil nýta høvið at takka okkara dugnaligu og ágrýtnu starvsfólkum fyri teirra stóra innsats. Eisini vilja vit takka okkara trúføstu kundum fyri álitið og góða samstarvið, sum er grundarlagið undir teimum úrslitum, vit røkka saman.
Vit síggja fram til framhaldandi at menna okkara samstarv og veita føroyskum kundum bestu tøkniligu loysnirnar á marknaðinum.
