Mynd: Thomas Verdan
Kelda: Dimma.fo
Petur Reinert, formaður í Fótbóltsdómarafelagnum harmast, at tað, ið gongur fyri seg á vøllinum, verður tikið við aðrastaðni.
Kvøldið, tá meistaraheitið hjá KÍ í ár var ein sannroynd, var Mikkjal Thomassen í býnum í Havn, har hann gjørdi um seg og í hvussu er sló fýra mans. Millum annað gekk tað út yvir ein fótbóltsdómara í Betri Deildini.
Fótbóltsdómarin sigur seg hava fingið eina treytaleysa umbering fyri hendingina, og ger ikki meira við málið.
Fótbóltsdómarafelag Føroya og formaðurin, Petur Reinert, siga seg ongar viðmerkingar hava til júst hetta málið – annað enn tað, at dómarafelagið harmast, at tað, sum gongur fyri seg á vøllinum, verður tikið við aðrastaðni.
Formaðurin í fótbóltsdómarafelagnum greiðir frá fyri Dimmalætting, at tað er gerandiskostur fyri fótbóltsdómarar, at teir javnan fáa viðmerkingar um dømingina, tá teir hava dømt onkran dyst, og hann veit eisini, at tað er komið meira enn so fyri seg, at hann og aðrir fótbóltsdómarar hava fingið onkrar ákoyringar frá fólki, tá hesir millum annað hava verið í býnum, tí tað kennir hann frá sær sjálvum.
– Fyri átta-tíggju árum síðan tímdi konan ikki í býin saman við mær, tí hon visti, at sannlíkindini fyri, at onkur fór at vera ónossligur móti mær í náttarlívinum, vóru stór. Vit hava sjálvandi forstáilisi fyri, at blóðið kann vera heitt eftir dyst, men fótbóltsdómarar mugu fáa frið at døma, og dómararnir mugu eisini fáa frið í tí privata – eisini um teir fara ein túr í býin eitt leygarkvøld, sigur Petur Reinert.
Hann vísir á, at sjálvandi kann ein dómari koma í okkurt klammarí sum øll onnur, men um hetta kemst av, at viðkomandi dømir fótbólt, so er tað sera harmiligt, og kann hetta eisini viðføra, at fólk, sum annars hava hug at fara í holt við dómaragerningin, aftra seg enn meira við at taka floytuna.
Deil á Facebook