Sunda Kommuna
Heimsgitni guitarleikarin Dimitri Illarionov verður at hoyra í Tjørnuvík.
6. mai 2024 kl. 20 verður serlig tónleikaløta í kirkjuni í Tjørnuvík, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Umframt heimsgitna guitarleikaran Dimitri Illarionov (ið fyri nøkrum árum síðan vann allar tær størstu guitarkappingarnar í USA og Evropa) spæla hjúnini Boris Andrianov og Anna Koshkina. Tey leika á sello og eru somuleiðis høgt í metum sum tónleikarar.
Á skránni í kirkjuni verður mest tónleikur eftir Johann Sebastian Bach og onnur barokktónaskald.
Tónleikaløtan er fingin í lag í samstarvi við Endurljóð – International Chamber Music Festival
Fyri meira kunning, sí facebook event her
Deil á Facebook