Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.10.2026 12:19

Fleiri túrar á leið 2 hjá Sunda leiðini

Sunda kommuna

Dagførd ferðaætlan fyri leið 1 og 2 er nú tøk.

Leið 2 hjá Sunda leiðini hevur fingið tveir eyka túrar inn, og leið 1 og 2 koma framyvir at arbeiða betur saman.

Dagførda ferðaætlanin skal tryggja eina enn betri og meira liðiliga bussætlan fyri borgararnar í økinum.

Bussleiðin er ein ókeypis tænasta til borgarar í kommununi. Bussleiðin koyrir allar gerandisdagar frá kl. 16.05 til 21.55 (leið 1) og 17.35 – 22.25 (leið 2). Steðgað verður í øllum bygdum á leiðini.

Hetta gevur teimum ferðandi munandi fleiri møguleikar at ferðast millum bygdirnar seinnapartar og kvøld.

Nýggja ferðaætlanin fær gildiskomu mánadagin 2. november 2026.

Sí ferðaætlan her

Spjaldur