Fiskamarknaður Føroya
Línuskip: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer vantandi avstað í vikuskiftinum. Tveir eru á Flemish Kap, ein er við Eysturgrønland, sjey fiska við Føroyar. Skipini á Flemish Kap og við Eysturgrønland fiska tosk, meðan tey við Føroyar fiska ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Onkur hevur eisini verði á Føroya Banka.
Útróður: Streymurin er hampuligur og veðri verður eisini brúkiligt, so vit rokna við nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.
Djúpvatnstrolarar: Tveir ísfiskatrolarir eru á Íslandsrygginum. Báðir landa í vikuni. Ein fiskar á djúpum vatni og fiskar svartkalva,