Mynd: Sjovar.fo
Brævatkvøður:
Veljarar í Sjóvar kommunu, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni millum kl. 08:00 og 12:00.
Seinasta freist at greiða brævatkvøðu er fríggjadagin 28. oktober.
Ber ikki til at koma á kommunuskrivstovuna fyrrapart, kunnu tygum ringja til tlf. 23 27 28 ella 23 27 29 og avtala eina tíð.
Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á valstaðin, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá á tlf. 472727 í seinasta lagi fríggjadagin 28. oktober, kl. 12:00.
Valkort:
Kunngjørt verður, at til fólkatingsvalið, ið skal fara fram 31. oktober 2022, verða valkort send øllum veljarum í kommununi.
Um onkur, ið heldur seg hava valrætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt frá á kommunuskrivstovuni – tlf. 47 27 27 – í seinasta lagi mánadagin 24. oktober, kl 12:00.
Sjóvar kommuna
Deil á Facebook