Mynd: Ternan
Flogbóltsfelagið Ternan á Toftum hevði aðalfund tann 6. apríl.
Her er brot úr frágreiðingini hjá forkvinnuni:
Eitt gott ár at vera í Ternuni.
Ternan er ikki longur eitt litið felag og hetta er avgjørt at gleðast um. Ternan er í einum góðum stima, við nógvum limum og einum góðum barna og ungdómsarbeiði. Vit hava luttikið í fleiri bæði Steypa og FM finalum, og vunnið fleiri av teimum. Somuleiðis eru vit við í bestu deildunum og har er stór framgongd at síggja.
Venjarar
Vit hava fingið fatur á gullið, tá talan er um venjarar. Bæði í okkara trúgvu venjarum, sum ár eftir ár hava staði á síðulinjuni og brúkt sína frítíð, vitan og orku uppá tey ungu í felagnum. Vit hava eisini fingið fatur á “nýggjum” royndum venjarum, sum vilja brúka sína orku at menna okkara leikarar.
Tiltøk
Vit hava havt nøkur væleydnað tiltøk hetta árið. Tildømis føðingardagur, har vit høvdu ein orduliga góðan dag við áleið 150 gestum. Vit skipaðu eisini fyri bussi til hálvfinaluna hjá kvinnunum og tilsamans kláraðu vit, at savna eini 100 fjepparar
Nevndararbeiði
Framgongdin í felagnum hevur nakrar avbjóðingar við sær. Arbeiði í nevndini er vaksi betýðuligt. Tørvurin á venjingartíðum og venjarum er vaksin. Tað skulu fleiri til at reka felagið. Nevndin ynskir at arbeiðsbyrðan ongantíð skal vera so tung, at orkan rennur út. Tað skal vera stuttligt at luttaka í arbeiðnum hjá Ternuni
Nevndin kunngjørdi á aðalfundinum, at ein undirnevnd verður sett á stovn. Talan er um ein Tiltaks og stuðulsnevnd. Hetta er eitt stig á vegnum at lætta um hjá sitandi nevnd, at nakrar av uppgávunum hjá nevndini verða lagdar í aðra nevnd.
Nevndin hevur arbeitt nógv við at skipa nevndararbeiði. Allar uppgávur í nevndini er skrivaðar upp og lagdar til rættis soleiðis, at tað er greitt nær alt skal gerast. Hetta lættir um bæði hjá verandi og komandi nevndum í Ternuni.
Nevndarval
Helen H. Jacobsen og Bjørt í Grógv stóðu fyri vali. Báðar eru afturvaldar.
Í nevndini eru: Katrin Olsen, Beinta við Steym, Sóley Philbrow, Helen Højgaard Jacobsen og Bjørt í Grógv
Deil á Facebook