Myndir: Sunda kommuna
Í dag fekk kommunuskrivstovan í Sunda kommunu fitta vitjan av sjey fittum børnum frá dagstovninum við Kráir í Hvalvík.
Hetta hevur verið ein traditión í nógv ár, men seinastu tvey árini hevur korona tíverri ikki gjørt tað møguligt.
Tey sungu lucia sangin og nissumamma og nissupápi, síðani greiddi borgarstjórin teimum frá býráðsarbeiðinum og arbeiðinum á kommunuskrivstovuni.
Tey fingu øll ein lítlan pakka.
Hetta er síðsta árið hesi børnini ganga í barnagarð. Komandi ár fara tey í skúla.
Myndir síggjast her:


