Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.03.2024 21:35

Ferðavinnan kann avtoftað útoyggjarnar!

Mynd: Útoyggjafelagið

Útoyggjafelagið

Í morgin verður fyrsta viðgerð av “Lóg um ferðavinnu” í Løgtinginum, og Útoyggjafelagið tekur ikki undir við uppskotinum, so sum tað fyriliggur.

Tað er okkara vón, at Løgtingið sær snávingarsteinarnar í uppskotinum og tekur tað í fullum álvara, tá vit siga at uppskotið kann gerast mønustingurin hjá útoyggjunum.

Vit meta at tað er meira átrokandi, at aðrar lógir verða smíðaðar og/ella rættaðar til, áðrenn “Lóg um ferðavinnu” verður samtykt.

Sum dømi kunnu nevnast lógsøki innan landbúnaðin, herundir sjálvstøðug lóg um ”Gongd í haga fyri føroyingar”,og innan náttúru og umhvørvi, herundir stýring og eftirlit við ferðavinnuvirksemi, og ikki minst eina lóg/-tillaging, ið fremur størri lokalt fólkaræði á útoyggjunum.

Ferðavinna kemur at hava stóra neiliga ávirkan á útoyggjarnar, og nógv verður skeikla tann skeiva vegin, um hetta uppskotið verður samtykt.

Tað er tørvur á at gera eina gjølliga kanning av støðuni á útoyggjunum, eins og løgmálaráðharrin sigur “at skulu útoyggjarnar mennast, er neyðugt at gera nýtt útoyggjaálit”. Gamla útoyggjaálitið er 20 ára gamalt.

Tá tað er gjørt sjónligt, hvørjar avbjóðingar útoyggjarnar hava, og hvussu hesar kunnu loysast, er tíðin komin at taka kjakið um hvussu ferðavinnan eigur at skipast, so hon stuðlar undir at menna útoyggjarnar sum bústað, har tað er trivnaður og framburður.

Tað er okkara vón, at uppskotið verður tikið aftur ella fer í nevnd, og ikki kemur útaftur, fyrr enn vissa er fingin fyri, at tað er viðgjørt og broytt, so tað ikki kemur at skaða búsetingina á útoyggjunum.