Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.05.2023 07:58

Eysturoyartunnulin stongdur eina løtu í morgun

Mynd: Tunnil.fo

Løgreglan upplýsir fyri Eysturoyarportalinum, at tað hevur verið órógv á teknisku skipanini hjá Eysturoyartunnilinum, sum m.a. hevur gjørt, at umleið kl. 08.00 í morgun fóru bummarnir niður og ávaringarljósini tendraðu. Men nú koyrir ferðslan aftur, sum hon skal verður upplýst.

Tað var nokk í sambandi við arbeiðið, sum verður gjørt í tunnilinum, at støv er komið í sensorarnir í tunnilinum, sum so hevur ávirkað, at hetta hendi í morgun, sigur løgreglan.