Myndir: Fólkaflokkurin
Eysturoyar Fólkafloksfelag hevur havt uppstillingarfund í kvøld. Nógv fólk var møtt upp í Víkingahúsinum í Norðragøtu, har 5 menn og 3 kvinnur bjóðaðu seg fram á løgtingsvalinum 8. desember.
Jógvan á Lakjuni, sum gjørtist 70 ár nýliga og takkaði fyri seg í politikki, hevur nú “sett við”. Sonurin Bárður á Lakjuni er nýtt valevnið hjá Fóklkaflokkinum. Á listanum eru bæði roynd og minnið roynd fólk uppstillað.
Listin er hesin:
– Rógvi Egilstoft
– Katrin Kjartansdóttir
– Uni Rasmussen
– Símun Jóanesarson Hansen
– Mariann Poulsen Garðalíð
– Eivind Jacobsen
– Bárður á Lakjuni





