Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.09.2023 08:35

Eysturkommuna – stuðulskonto til fríðkan

Mynd: Eystukommuna

Eysturkommuna

Aftur í vár gav Eysturkommuna  borgarum í kommununi møguleikan at søkja um stuðul til ymiskar smærri verkætlanir í kommununi.

Upprunaliga eru kr. 100.000 settar av til endamálið, men bleiv ikki allur peningur latin tá. Eftir eru kr. 60.000 av játtanini og er møguleiki at søkja um stuðul aftur nú.

Freistin fyri at søkja um stuðul er 18. september 2023

Reglugerð fyri stuðulskonto til fríðkan

Eysturkommunu býráð hevur samtykt, at geva borgarum í kommununi loyvi at søkja um stuðul til ymiskar smærri verkætlanir í Eysturkommunu, sum eru alment gagnligar.

Dømi um smærri verkætlanir kunnu vera:

  • smærri gøtur
  • grøn økir
  • smærri trivnaðarøkir

Stuðulin hevur til endamáls at skapa trivnað millum grannaløg og at eggja borgarum til at fríðka og hugna um í nærumhvørvinum.

Fyri at fáa játtaðan stuðul, skal verkætlanin í minsta lagi uppfylla fylgjandi treytir:

  • vera almenn gagnlig
  • hava eina kostnaðarmeting
  • hava eina tíðarætlan
  • stuðul umfatar tilfar og ikki arbeiðsløn

Umhvørvis – og trivnaðarnevndin avgerð, hvør fær stuðul.

Er talan um stuðulsumsókn, sum ikki kann verða latin eftir hesi reglugerð, kann Umhvørvis – og trivnaðarnevndin velja at leggja umsóknina til aðra nevnd at viðgera ella at vísa umsóknina frá sær, við fráboðan um at hon fellur uttanfyri reglugerðina. Umsókn, sum lýsir endamálið við stuðlunum, kostnaðarmeting og tíðarætlan, verður at senda til eystur@eystur.fo