Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.03.2024 11:33

Eystnes og Hvítanes eru seld til Norra

Mynd: Smyril Line

Tíðindaskriv

Fyrr í ár tók Smyril Line avgerð um at seta skipini Eystnes og Hvítanes til sølu. Søluavtala er nú undirskrivað við norska felagið Nordwest Ship Management, og skipini verða latin nýggja eigaranum í april 2024. 

Eystnes og Hvítanes verða partur av flotanum hjá Nordwest Ship Management, ið nú telur 11 skip. Tá ið skipini verða yvirtikin í næsta mánaða, fáa tey nýggj nøvn. Eystnes verður til MV Link Aurora og Hvítanes skal eita MV Link Polaris.

Spjaldur